Uttanlands

Formula fingið altjóða viðurkenning í Manchester

Formula fekk heiðurin at móttaka virðislønina "2019 Top Nordics Partner of the Year Award" frá altjóða fyritøkuni Sophos, sum Formula hevur samstarvað við síðan 2009

2019-05-31 17:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Altjóða fyritøkan Sophos letur á hvørjum ári virðislønir til samstarvsfelagar, sum tey meta skara framúr viðvíkjandi kundatænastu innanfyri net- og dátutrygd. Í ár fekk Formula heiðurin at móttaka virðislønina "2019 Top Nordics Partner of the Year Award". Virðislønin varð handað á ráðstevnuni hjá Sophos í Manchester 29. mai. Umboð frá Formula var Eyðun Thorsvig, sum tók ímóti virðislønini.

Sambært Sophos, fekk Formula viðurkenningina fyri at hava serfrøði á høgum stigi innanfyri KT-trygd og at vera ein av teimum mest framúrskarandi veitarunum av teirra trygdarloysnum í Norðurevropa.

Sophos, sum hevur meira enn 3000 starvsfólk kring heimin, er ein av heimsins størstu fyritøkum innanfyri nettrygd og dátuvernd. Formula hevur samstarvað við Sophos síðan 2009.

Vit á Formula eru sera takksom fyri heiðurin. Tað er ein stórur heiður at fáa viðurkenning frá eini so stórari fyritøku. Hetta er eitt úrslit av miðvísum arbeiði og áhaldandi stremban eftir at veita kundum okkara eina kappingarføra tænastu við hægstu góðsku.

- Formula

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder