Innanlands

Formansumfar og veljarakanning í kvøld

Dagur og vika verður væl styttri enn vanligt, men í einum framhaldi verður formansumfar

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2023-12-07 15:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

8. desember í fjør var løgtingsval, og beint fyri jól skipaðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samgongu.

Í sambandi við, at eitt ár er síðani valið, gera sjónvarpið og útvarpið hjá Kringvarpinum nógv burturúr.

Ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt, verður kunngjørd í útvarpinum klokkan 18, og klokkan 19 verður formansumfar í Degi og viku.

Seinasta veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin gav Javnaðarflokkinum stóra afturgongd, og Fólkaflokkurin var stóri við 10 tingsessum.

Síggj allar veljarakanningar sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder