2026-03-28 09:00
Nú klokkan 9 fer løgmaður formliga at heita á løgtingsforkvinnuna at loysa seg úr starvi.
Hann gjørdi í gjár eina roynd at skipa samgongu, men tað eydnaðust ikki. Nú leggur hann samráðingarættin frá sær, og næsta stigið er, at Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, boðsendir floksforfólkunum kl. 11. Tey fara at peika á hvønn samráðingaleiðara, tey ynskja.
Hetta verður helst Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum greitt vann valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald