Innanlands

Formaðurin í Tænastumannafelagnum heldur fram

Meinhard Gaardlykke heldur fram í formanssessinum í tvey ár afturat

Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður í Tænastumannafelagnum

Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður í Tænastumannafelagnum

2026-02-28 17:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á aðalfundi hjá Tænastumannafelagnum herfyri varð Meinhard Gaardlykke, afturvaldur til formann í tvey ár afturat.

Næstformaðurin, Bárður Enni stóð eisini fyri vali, og varð hann eisini afturvaldur, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Andrea Nielsen kassameistari var vald í fjør, og stóð tí ikki fyri vali, men Hallur Fróðin Bech, skrivari stóð fyri vali, og varð hann eisini afturvaldur.

Eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:

  • Meinhard Gaardlykke, formaður
  • Bárður Enni, næstformaður
  • Andrea Nielsen, kassameistara
  • Hallur Fróðin Bech, skrivari

Eykalimir:

  • Elisabeth Jacobsen
  • Petur Sigurd Justesen

Roknskapargrannskoðari: Eyðun Joensen



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder