Innanlands

Forkvinna í ES-nevndini: Ikki ferðast í summar

Ursula von der Leyen mælir fólkum frá at gera ætlanir um at ferðast komandi mánaðirnar, tí støðan er so óviss.

Ursula von der Leyven saman við Angelu Merkel (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyven saman við Angelu Merkel (Mynd: EPA)

2020-04-14 12:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

17. mars setti ES eitt forboð móti óneyðugari innferðing til øll limalondini í verk. Tað var bert Írland, ið var undantikið, tí landið ikki er partur av Schengen-avtaluni. 

Hetta hevur við sær, at eingin ferðafólk eru komin til ES-londini seinasta lítla mánaðin. Fleiri lond í Evropa hava eisini stongt landamørkini so at siga fullkomiliga av fyri gestum, og millumlanda flúgving er av álvara minkað. 

Summarið nærkast, og útlitini fyri at nýta part av tí til at ferðast uttanlanda eru ikki góð. Koronavirusið herjar framvegis, serliga í Evropa og USA.

Í samrøðu við týska blaðið Bild, sigur týska forkvinnan í ES-nenvdini Ursula von der Leyven, at best hevði verið, um fólk lata verða við at leggja ferðaætlanar fyri summarið. Til tað er støðan ov óviss, sigur hon. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder