Mentan

Forførdur av Mrs. Robinson

Filmsfelagið vísir klassikaran frá 1967, “The Graduate”, komandi mikukvøld 

2021-10-21 11:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hanus Kamban, sum minnist sýningina, tá "The Graduate" var spildurnýggjur, fer mikudagin 27. oktober at innleiða henda klassikara í Filmsfelagnum.

Undir heitinum ”Fagre voksne verden” vísir Filmsfelagið amerikanska Oscarvinnaran frá 1967 ”The Graduate”, har Dustin Hoffmann spælir ungi studenturin, Braddock, sum Mrs. Robinson brúkar til casual sex, eins og Trine Dyrholm førdi víðari í danska filminum ”Dronningen” (2019).

Leikstjóri er Mike Nichols, sum byggir á skaldsøgu hjá Charles Webb.

Vit hoyra um Ben Braddock (Dustin Hoffman), sum er nýklaktur studentur og ikki dugir at fóta sær í lívinum. Foreldrini skipa fyri studentaveitslu, har hin tilkomna Mrs. Robinson (Anne Bancroft), ið er gift starvsfelagnum hjá pápanum, forførir Ben og lærir hann alt um sex og hvat ein búgvin kvinna vil hava frá einum ungum manni.

Men tá ungi elskarin fær heitar kenslur fyri dóttrini, Elaine (Kathrine Ross), verður tað ovboðið og tilveran fer í grús.

Við titulsanginum ”Mrs. Robinson” blivu Simon & Garfunkel kendir av álvara, og filmurin gjørdi Dustin Hoffmann til fremstu stjørnu í leiklutinum sum ungi maðurin við ultimativa studentadreyminum at verða forførdur av eini búnari kvinnu. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder