Innanlands

Fór útav vegnum undir Gøtueiði

Sambært løgregluni var tað helst vegna nógv vatn á vegnum - tíbetur var eingin fólkaskaði. Ein annar bilførari koyrdi 111 km/t í Kollfjarðardali

2025-10-22 07:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt lítið ferðsluóhapp var undir Gøtueiði um tvey tíðina í gjár. Tað hevði tó ongan fólkaskaða vð sær.

Vaktleiðarin greiðir frá, at ein bilur var farin av glið og harvið var farin av vegnum.

Hjálp kom á staðið. og bilur og bilførar komu uppá pláss -talan var bert um lítlan materiellan skaða.

Tað er ikki endaliga vist, júst hví hetta hendi, men á løgreglustøðini metir man tað sannlíkt, at bilurin gleið vegna nógva vatni (regni).

Her kann vera talan um sonevnda "aquaplaning". Sjálvi dekkini vóru annars í lagi.

Eitt ferðslumál var eisini í Kollfjarðadali, har ein bilførari varð tikin fyi at koyra 111 km/t.

Hetta verður niðursett til 107 km/t, og persónurin fær klipp í koyrikortið og bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder