Innanlands

Fongslaður fyri at gera seg inn á kvinnu

Hendingin fór fram á einum vesi á einum skeinkistaði í Havn sunnumorgunin

(Mynd: Føroya rættur)

(Mynd: Føroya rættur)

2024-03-12 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður í 20-árunum varð í gjár framstillaður í grundlógarhoyri í Føroya Rætti og fongslaður í fýra vikur í einum máli um kynsligan ágang, sum fór fram á einum skeinkistaði í Havn sunnumorgunin.

Løgreglan er eitt sindur varðislig við at greiða frá, júst hvat í hendi. Men talan er um, at ein maður og ein kvinna vóru farin inn á eitt vesi á staðnum, og her skal maðurin hava tvingað kvinnuna til eitthvørt av kynsligum slag, sum hon ikki hevði givið samtykki til.

Løgreglan varð boðsend, men tá tá løgreglan kom fram, var maðurin farin frá staðnum. Hann varð tó fongslaður seinni sunnudagin og framstillaður fyri dómara fyrrapartin mánadagin.

Talan er ikki um neyðtøku, men skuldsetingin er “anden kønslig omgang”, sum tað eitur á løgreglu- og rættarmáli.

Løgreglan skal gera nakrar avhoyringar afturat áðrenn hon er komin til botns í málinum, so ákæra kann orðast móti manninum, sum er útlendingur. At maðurin er útlendingur hevur ein ávísan týdning í hesum máli, tí tá talan er um útlendingar, fellur ein avgerð um at fongsla viðkomandi oftan lættari, enn um talan er um ein fastbúgvandi, tí vandi kann vera fyri, at skuldsetti rýmir av landinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder