Mentan

Følv - nýggj tónleikaverkætlan hjá Mourits Mohr Joensen

"Litfagrir Fuglar" eitur fyrsti sangurin á Følv-verkætlanini - Rókur Jákupsson Jakobsen syngur

2022-02-11 23:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Følv eitur ein tónleikaverkætlan hjá havnarmanninum Mourits Mohr Joensen. Talan er um tríggjar sangir, sum hann hevur skrivað bæði lag og tekst til, men hann er ikki sjálvur við á upptøkunum.

Leygardagin 12. februar verður fyrsta lagið leyslatið. Sangurin eitur “Litfagrir Fuglar”, ein sangur, sum verður singin av roynda sangaranum Róki Jákupssyni Jakobsen.

Mourits fortelur, at sangurin varð skrivaður í 2014.

- Upprunin til tekstin var helst ein ætlan um ein LGBT sang. Tí um hesa tíðina eg skrivaði tekstin, var ágangurin inn á tey samkyndu øgilgur, og er hann tað enn, tíverri. Sum tíðin leið, helt eg at hettar ikki bert er ein LGBT sangur, tí hesin tekstur røkkur til okkum øll. Eingin okkara er eins, tó eru vit øll menniskju, ið eru elskað so ella so, og ikki minst tjúglað um í okkara reiðri, greiðir Mourits Mohr Joensen frá.

Upptøkurnar er gjørdar í upptøkuhølinum Bunkarnum hjá Mikal Blak og Benjamin Petersen, og eru løgini upptikin “live”.

Tónleikarar eru: Rókur Jákupsson Jakobsen, sangur, Benjamin Petersen, guittarar, Mikael Blak, bass, og Per Ingavldur Højgaard Petersen, trummur. Mastrað hevur Infrasonic sound í Nashville.

Abbadóttur Mouritsar, Jórunn Davidsen, (@Jorunn_arts á Facebook og @Jorunn_Art á Instagram) hevur myndprýtt permumyndina. 

Lagið verður frá leygardegnum 12. februar at finna á ymsu tónleikapallunum, so sum Spotify, YouTube, AppleMusic, AmasonMusic og Deezer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder