Innanlands

Følsk SMS-boð í umferð

Ávarað verður um følsk SMS-boð frá onkrum, sum gevur seg út fyri at vera Posta

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-02-23 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað kemur javnan fyri, og nú eru følsk SMS-boð aftur í umferð.

Hesa ferð hava føroyingar fingið boð um, at tey hava fingið ein pakka, sum Posta ikki kann útflýggja vegna skeiva addressu.

Boðini innihalda eitt leinki, har fólk verða biðin um persónligar upplýsingar.

M.a. Posta ávarar um boðini og ger greitt, at tey eru ikki frá teimum.

[object Object]
Skíggjamynd: Posta/Facebook)

Talgildu Føroyar hava nú góð ráð hesum viðvíkjandi:

  • Trýst ongantíð á leinki í SMS-boðum: Myndugleikar og peningastovnar biðja teg ONGANTÍÐ um at rita inn ella upplýsa loyniorð gjøgnum eitt leinki í einum SMS ella telduposti.
  • Góðkenn ONGANTÍÐ við Samleikanum, um tú ikki sjálv/ur ritar inn: Hevur tú ikki sjálv/ur sett eina gerð í gongd, skal ein áheitan á Samleika-appina ongantíð góðkennast.
  • Steðga á og hugsa teg um: Hevur tú havt nakað samskifti við sendaran í seinastuni? Væntaði tú at fáa hesi boðini? Hevur tú biðið um at fáa eitt leinki sendandi?
  • Kanna heimasíðuna: Í staðin fyri at trýsta á leinkið, far so beinleiðis inn heimasíðuna hjá fyritøkuni (skriva adressuna í kagan).
  • Kanna sendaran: Hygg at telefonnummarinum, teldupostinum og leinkinum. Ofta sær tað misvísandi út, hóast navnið á sendaranum sær rætt út.

Hevur tú illgruna um, at tínar kortupplýsingar eru misnýttar eru ráðini at rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt. Eisini verður mæt til at ringja til bankan, um tú sært óregluligt virksemi í netbankanum. Hevur tú illgruna um Samleikan, far undir stillingar og vel "Endurnýggja Samleikan". Fylg mannagongdini, og vel nýtt loynital.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder