Innanlands

Fólkatingsval verður 24. mars

Mette Frederiksen hevur júst útskrivað val - tað er á skránni tveir dagar áðrenn løgtingsvalið

Dagin eftir at Aksel V. Johannesen útskrivaði val, gjørdi Mette Frederiksen tað sama (Mynd: EPA)

Dagin eftir at Aksel V. Johannesen útskrivaði val, gjørdi Mette Frederiksen tað sama (Mynd: EPA)

2026-02-26 11:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað, sum hevur verið á veg eina tið, er nú veruleiki.

Fólkatingsvalið 2026 verður 24. mars.

Hetta var tað, sum Portalurin skrivaði fyrr í dag

Mette Frederiksen var á røðarapallinum í fólkatinginum fyri løtu síðani og kunngjørdi hetta.

Harvið steðgar arbeiðið hjá SVM-samgonguni nú - eftir skundviðgerð í málinum um stóra mat og valstríð byrjar eisini í Danmark.

Valið verður tveir dagar áðrenn løgtingsvalið. So er spurningurin, um fólkatingsvalið í Føroyum verður onkran annan dag.

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder