Innanlands

Fólkatalið veksur alsamt – nú eru vit 51.540

Talið av fólkum í Føroyum vaks við 1,7 prosentum seinasta 12 mánaðaskeiðið

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2019-04-13 10:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vit gerast alsamt fleiri fólk, sum búgva í Føroyum. Nýggjasta hagtalsdagføringin frá Hagstovuni frá 1. mars vísir, at í 12 mánaðaskeiðinum frá 1. mars 2018 til 1. mars 2019 øktist talið av fólkum í Føroyum við 846 fólkum, svarandi til 1,7 prosent, so talið nú er 51.540.

Vøksturin kemur av einum burðaravlopi á 303, ið er munurin millum fødd og deyð, og eini nettotilflyting á 543, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 92 størri, og nettotilflytingin 2 minni.

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 403 fólkum og í Eysturoyar sýslu við 259. Síðan eru Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin, Vágaøkið og Norðoyggjar. Í Sandoyar og Suðuroyar sýslum minkað við ávikavist 8 og 9 fólkum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin tó í Vágaøkinum við 2,4 prosentum, í Eysturoy við 2,3, í Tórshavnarøkinum við 2,1, Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin við 1,7 og í Norðoya sýslu við 0,7 prosentum. Minkingin í Sandoyar og Suðuroyar sýslum var ávikavist 0,6 og 0,2prosent.

[object Object]

Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5 til 10 prosent í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur eina mest av broyttu flytingini, har tilflytingin er  vaksin nógv, samstundis sum fráflytingin eisini er minkað.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder