Innanlands

Fólkatalið nærkast av álvara 53.000

1. desember 2020 búðu 52.920 fólk í Føroyum - tað eru 847 fólk fleiri, enn tað vóru 1. desember 2019. Lutfalsliga var vøksturin størstur í Sandoyarøkinum

Fólkavøksturin á Sandi var næstan trý prosent (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Fólkavøksturin á Sandi var næstan trý prosent (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-01-13 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstova Føroya hevur gjørt fólkatalið fyri 2020 upp - fram til 1. desember. Har verður millum annað víst á, hvussu støðan er kring landið, hvør munurin er á í mun til undanfarin ár o.s.fr.

1. desember 2019 búðu beint yvir 52.000 fólk í Føroyum. Júst 12 mánaðir seinni var talið nær við 53.000. Vøksturin yvir eitt ár var 847. 52.920 íbúgvar vóru í Føroyum 1. desember 2020.

Hagstovan skrivar, at fólkavøksturin ikki er viknaður síðsta árið. Ein fólkavøkstur á 1,6 prosent eitt vet størri enn í undanfarna tólv-mánaðarskeiðinum 2018/19, tá fólkatalið vaks við 816 (1,6 prosent). Nettotilflytingin er minkað eitt vet, men fráflytingin minkar framvegis. Munurin stendst serliga av, at burðaravlopið er nakað størri

Les eisini: 
Munandi færri doyðu í 2020
675 børn fødd á Landssjúkrahúsinum í fjør


Størsti lutfalsligi vøksturin er í Sandoyarøkinum - stór nettotilflyting til Suðuroyar

Tvey av økjunum, ið nógv hevur tosað um, tá tað snýr seg um fólkatal, eru Sandoyggin og Suðuroyggin. Hagstovan vísir á, at lutfalsligi vøksturin er stórur í hesum økjum - serliga í Sandoyarøkinum har hann er 2,8 prosent - og at tilflytingin til Suðuroynna er stór. Fólkatalið í størstu kommunum í oynni, Tvøroyrar og Vágs, vaks við ávíkavst 37 og 36 fólkum, og nettotiflytingin til oynna var í tíðarskeiðnum frá 1. desember 2019 til 2020 72 fólk.

Bert í Eysturoynni og Streymoynni var samanlagdi vøksturin størri, og størsti samanlagdi fólkavøksturin var eisini sum væntað í Eysturoyarøkinum og í høvuðsstaðrøkinum.

Til ber at síggja øll tølini á heimasíðuni hjá Hagstovuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder