Innanlands

Fólkapensjónistar meira at liva av

Fólkapensjónin hækkar aftur á nýggjárinum – Hækkingin er gjørd við einum frádrátti í skattinum á 500 krónur og við einari hækking í grundupphæddini á 580 krónur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Savnsmynd)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Savnsmynd)

2020-10-01 19:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á nýggjárinum hækkar fólkapensjónin aftur og allir fólkapensjónistar fáa meira at liva av.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur raðfest korini hjá fólkapensjonistum í uppskotinum til fíggjarlóg, sum lagt er fram, og pensjónin fer sostatt aftur at hækka í januar 2021, skrivar Almannamálaráðið.

Ein ógiftur fólkapensjonistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, fer komandi ár at hava umleið 12.600 krónur um mánaðin eftir, tá skattur og gjøld eru goldin, og eini hjún fara at hava knappliga 22.000 krónur eftir tilsamans.

Hækkingin er gjørd við einum frádrátti í skattinum á 500 krónur og við einari hækking í grundupphæddini á 580 krónur.

Undan jólum í fjør avgjørdi samgongan, at pensjónirnar skuldu hækka, og at hækkingin skuldi fremjast í stigum. Fyrsta hækkingin kom longu tá, og tá hækkingin hevur fingið fullan virknað í januar 2021, er inntøkan hækkað við 1.080 kronum um mánaðin. Samstundis hækkar gjaldið úr Samhaldsfasta.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um hesa raðfesting.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder