Mentan

Fólkaheilsuráðstevna: Hvussu hevur tú tað, barn?

Fríggjadagin 3. desember skipar Fólkaheilsuráðið fyri ókeypis ráðstevnu um heilsu og trivnað hjá børnum og ungum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-22 18:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 3. desember skipar Fólkaheilsuráðið fyri ráðstevnu um heilsu og trivnað hjá børnum og ungum.

Ráðstevnan "Hvussu hevur tú tað, barn?" viðgerð m.a. burðardyggar rørslutættir, sum eru grundaðir á gransking.

Fólkaheilsuráðið sigur, at fýra út av fimm børnum í heiminum eru kropsliga óvirkin, og tí er umráðandi, at vit kjakast um, hvussu vit kunnu skapa betri karmar fyri rørslu og rørslugleði hjá øllum okkara børnum og ungum í Føroyum.

– Mistrivnaður og sálarligir trupulleikar eru í vøkstri ímillum ung, og tí verður sálarliga heilsustøðan hjá okkara ungu eisini viðgjørd. Dentur verður lagdur á loysnir at styrkja okkara yngstu borgarar og fyribyrgja almennari óheilsu ígjøgnum virksemið, felagsskap og ta innaru motivatiónina.

– Í einari tíð, har nakað so einfalt og grundleggjandi sum at eta er vorðið merkt av strongd og trýsti, verður kikarin eisini vendur ímóti, hvussu vit flyta okkum aftur frá matarstrongd og til matarró. Tey spildurnýggju føroysku kostráðini verða eisini løgd fram í mun til børn og ung. Vit liva øll í einari talgildari ódn, og okkara børn eru tað fyrsta ættarliðið, ið veksur til saman við snildfonini og sosialum miðlum. Hvussu ávirkar hetta okkara ungu? Tann spurningin seta vit eisini, og so fáa Føroyar á fyrsta sinni almenn skíggjaráð, sum verða løgd fram, skrivar Fólkaheilsuráðið.

Á tiltakinum verður eisini heiður latin persóni, felagsskapi ella stovni, sum hevur gjørt okkurt serstakt fyri heilsu og trivnað hjá børnum og ungum, tá ársins fólkaheilsuvirðisløn verður handað.

Skráin til ókeypis tiltakið sæst her. Tó verða bert 200 luttakarar við koronupassi loyvdir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder