Embætisfólk og fólk annars frá norðurlendsku fyrisitingunum møtast hesa vikuna í Havnini til ráðstevnu - Nordisk rusmiddelseminar. Tað er Fólkaheilsuráðið, sum umboðar Føroyar í hesum samstarvi, ið samstundis er vertur fyri ráðstevnuna, sum landsstýriskvinnan, Sirið Steenberg, setur mikudagin 22. september.
Londini í samstarvinum eru Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland, Ísland og Føroyar. Ráðstevnan verður hildin á hvørjum ári og skiftir ímillum hesi londini; vertslandið hevur ábyrgdina av fyrireiking og samskipan.
Tað eru um 40 fólk í hesum forum, sum eru málsviðgerðar, ráðgevarar og fólk, sum taka avgerðir á økjum, ið viðkoma rúsevnum og rúsevnismisnýtslu.
Málið er at menna fyribyrgingararbeiðið í norðurlondum.
· Umrøða ábendingar og menning í Evropa sæð við norðurlendskum brillum
Seminarið snýr seg um fá, men stór evni. Fyrilestrahaldarar lýsa hvør sítt evni, og tað verður eisini arbeitt í arbeiðsverkstøðum fyri at fara í dýpdina við ávísum evnum og harvið luta royndir hvør hjá øðrum landanna millum.
Ætlanin er at felagsniðurstøða og yvirlýsing verður niðurskrivað.
- Fólkaheilsuráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald