placeholder
Innanlands

Fólkaheilsuráðið mælir frá víðkaðari atgongd til rúsdrekka

Fólkaheilsuráðið vil heldur styrkja einkarsøluna og framtíðar tryggja hana

2018-11-15 11:00 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fólkaheilsuráðið hevur í hoyring í Vinnunevndini hjá Løgtinginum mælt frá, at bryggjaríini fáa loyvi til at selja sína egnu framleiðslu í egnum sølustøðum kring landið.

Talan er um Løgtingsmál nr. 17/2018, sum snýr seg um at broyta verandi lóg soleiðis, at bryggjaríini kunnu selja alla sína framleiðslu á egnum sølustøðum; hetta mælti Fólkaheilsuráðið frá í hoyringini.

Fólkaheilsuráðið vísir á, at tess betri atgongd er til rúsdrekka, tess meiri verður selt og hareftir meiri drukkið.  Fólkaheilsuráðið mælir tí til varnan politikk á hesum øki, har eitt avgerandi amboð er søla samlað í einkarsølu. Fólkaheilsuráðið vil heldur styrkja einkarsøluna og framtíðar tryggja hana og heldur, at einkarsølu meginreglan skal varðveitast, skrivar ráðið á heimasíðuni.

Sum er, er tað nøktandi við teimum støðum, har Rúsdrekkasøla landsins longu er. Eingin hevur longri enn ein hálvan tíma til nærmasta sølustað.

Fólkaheilsuráðið við í Norðurlendskum samstarvi

NRS – Nordisk Rusmiddel Seminar, sum  Fólkaheilsuráðið er partur av, er umboðað av øllum norðurlondum. Felagsskapurin hittist árliga fyri at umrøðu fyribyrgingararbeiðið í sambandi við m.a. rúsdrekka. NRS er á einum máli um, at einkarsølur í londunum er hin frægasta loysnin, soleiðis at søla og nýtsla verða tálmað, umframt at eftirlitið við nýtsluni er lættari. Tí eiga við at varðveita einkarsølugrundregluna.

Vísindaligt grundarlag fyri 7 – 14 tilmælinum

Fólkaheilsuráðið hevur bert heilsulig atlit í málinum. Viðvíkjandi tilmæli um nøgdir, sum í mesta lagi er ráðiligt at drekka, vísir gransking 7 alkoeindir um vikuna fyri kvinnur og 14 alkoeindir fyri menn. Her er talan um eitt vísindaligt grundarlag fyri tilmælinum. Hetta tilmælið kemur møguliga at verða strammað enn meiri í komandi tíðum, tí nýggj gransking vísir møgulig skaðilig árin av minni alkoholnýtslu enn gomlu tilmælini vísa til. Ovurnýtsla av rúsdrekka kostar eisini heilsuverkinum í hinum endanum í viðgerð av sjúkum sum t.d. krabbameini og øðrum fylgisjúkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder