Innanlands

Fólkaflokkurin missir og Javnaðarflokkurin vinnur

Áhugaverdir tendensir eru at síggja í kanningunum hjá Spyr.fo

2019-02-27 18:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Veljarakanningin hjá Spyr.fo er tann fimta av sínum slag, sum fyritøkan hevur gjørt fyri Portalin við jøgnum millumbili.

Sostatt ber eisini til at gera sær eina mynd av, hvussu undirtøkan er hjá flokkunum yvir eitt longri tíðarskeið frá september í fjør og til nú.

Og tað eru ávísir tendensir, sum kunnu lesast.

Eitt nú sær tað út til at vera rættiliga týðuligt, at undirtøkan hjá Fólkaflokkinum nú er minkandi eftir at hon hevur verið ovurstór í vetur. Í desember fekk Fólkaflokkurin undirtøku frá 27,7 prosentum av teimum spurdu, og hetta er rættiliga nógv í mun til hvat flokkurin hevur fingið bæði til val og á undanfarnum veljarakanningum.

Tað tykist eisini at vera ein dendensur, sum sigur at Javnaðarflokkurin við Aksel V. Johannessen, løgmanni, er við spakuliga at vinna tað mista innaftur.

Sagt verður, at løgmaður fer at bíða við at skriva út løgtingsval til í síðstu løtu, tí at tað er fyrimunr fyri hansara flokk. Og verður hugt eftir kurvini hjá Javnaðarflokkinum í løtuni, so sær tað út til, at tíðin arbeiðir fyri flokkin.

Hinvegin eru úrslitini hjá hinum báðum flokkunum, Sambandsflokkinum og Tjóðveldi meira svingandi. Tað hevur gingið bæði upp og niður, og júst í løtuni gongur tað niðureftir hjá báðum flokkum.

Hjá teimum smáu flokkunum er tað serligt, at Framsókn hevur stóra framgongd til hesa veljarakanningina í mun til undanfarnar kanningar, meðan tað gongur niðureftir hjá bæði Miðflokkinum og Sjálvstýri samstundis sum ein nýggjur flokkur, Framtakið fyri kannabis, nú er komin á pallin og fær nett líka nógvar atkvøður sum Sjálvstýri.

Spennandi verður at fylgja á komandi kanningum hvønn veg undirtøkan hjá Framtakinum fer at ganga. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder