Innanlands

Fólkaflokkurin er sera sterkur í Klaksvík

Seinastu 50 árini hevur flokkurin verið tann størsti flokkurin á nærum hvørjum kommunuvali

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2024-04-03 12:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valurslit.fo: Fólkaflokkurin stendur søguliga sera sterkur í Klaksvíkar kommunu. Seinastu 50 árini hevur flokkurin verið tann størsti flokkurin á nærum hvørjum kommunuvali.

Valúrslit hevur nú skrásett øll kommunuvalúrslitini í Klaksvík aftur til 1966.

15 kommunuval hava verið har síðan, og tølini siga, at Fólkaflokkurin hevur verið størsti flokkur 12 av 15 ferðum. Stóra undirtøkan hevur kortini ikki endurspegla, hvussu ofta flokkurin hevur havt borgarstjórasessin.

[object Object]

Síðan 1966 hevur Fólkaflokkurin røkt borgarstjórasessin fimm ferðir. Jógvan við Keldu var fýra ferðir borgarstjóri, 1981-84, 1985-88,  1993-96, 1997-2000, og dótturin Gunvá við Keldu sat eina setu sum borgarstjóri, 2009-2012.

Í Klaksvík hava síðani 1976 verið valdir 11 býráðslimir. Einasta undantakið er á kommunuvalinum í 1988, tá ið 13 býráðslimir vórðu valdir. Hetta komst av, at fólkatalið í kommununi fór upp um 5.000 tá. Núverandi kommunustýrisskipan ásetur, at 11 býráðslimir verða valdir í Klaksvíkar kommunu.

Seinastu mongu árini hevur Fólkaflokkurin fingið millum fýra og fimm býráðslimir valdar í Klaksvíkar kommunu. Síðani 1988 hevur flokkurin bara einaferð fingið færri enn fýra býráðslimir – tað var í 2000, tá ið Fólkaflokkurin fekk tríggjar býráðslimir.

Besta kommunuvalið hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík var í 2008, tá ið flokkurin fekk omanfyri 41 prosent av samlaðu atkvøðunum.   

Klaksvíkar kommuna fevnir um bygdirnar á Kalsoynni og Svínoy, umframt at kommunan samstarvar við hinar kommunurnar í Norðoyggjum um fleiri málsøki.

Kelda: Valurslit.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder