placeholder
Innanlands

Fólk til gongu hoyrdu roykvarnara úr húsum - boðaðu løgregluni frá

Løgreglan breyt inn í manntóm hús, og sløkti fyri einari pannu, sum kundi elvt til skaða

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-02 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nakað av útrykningi var at síggja á Argjum í kvøld. Fólk til gongu hoyrdu roykvarnara úr einum húsum, og boðaðu løgregluni frá hesum. Eingin var í húsunum.

Fráboðanin kom klokkan 21:13, og løgreglan og sløkkiliðið vórðu send á staðið. Klokkan 21:21 var løgreglan sloppin inn í húsini, og hevði sløkt fyri einari pannu, sum stóð og gav royk frá sær, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Tað vóru minuttirnir sum taldu, og møguliga pannan kundi elvt til nógvan skaða.

Annars er stak friðarligt í kvøld, verður upplýst av løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder