2026-08-17 12:52
Fólk í Haldórsvík verða framvegis biðin um at kóka drekkivatnið, eftir at Sunda kommuna fríggjadagin boðaði frá, at bakteriur vórðu staðfestar í vatninum.
Boðað varð frá, at bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum í fleiri bygdum - Haldórsvík, Nesvík, Norðskála, Oyrarbakka og Oyri.
Vatnið er tó reint aftur allastaðni uttan í Haldórsvík, sigur kommunan í einari dagføring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald