Ergidalur, har fornleivdir eru funnar eftir búsetingum frá víkingatíðini, skal eftir ætlan gerast til pumpuverk hjá SEV. Uppmátingar eru gjørdar, og ætlanirnar vóru lagdar fram á almennum kunningarfundi í Hovi í farnu viku.
Men hetta vil Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag ikki finna seg í, sigur felagið í tíðindaskrivi.
- Søgan og náttúran í Ergidali er serstøk, og friðingarmyndugleikar áttu at tala fyri, at Ergidalur fær frið. Friðingarmyndugleikarnir eru nemliga teir einastu sum kunnu tryggja, at samfelagsplanleggingin fer fram við skili, so at náttúra og mentanararvur ikki hvørva. Vónandi kemur friðingarnevndin fyri Suðuroyar sýslu skjótt við greiðum útmeldingum um, hví Ergidalur skal varðveitast.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag sigur, at tað at friðingarmyndugleikin verður spurdur sum seinasta liður í eini viðgerð er ikki nøktandi.
- Avleiðingarnar á náttúru og umhvørvi áttu at verði lýstar longu áðrenn almennar ætlanir verða samtyktar. Serliga er orkupolitiska ætlanin, sum fyri stuttum varð snikkað til, ein vanlukka, tí hon ikki tekur hædd fyri náttúru, umhvørvi og mentanararvi.
- Nógv eru dømini um vánaliga tilrættislegging. Eitt er Eiðisverkið, sum tømdi allar áirnar, sum leiða fekst vatn út á hav. Í Funningsfirði er vatnútskiftið í firðinum av hesi orsøk, minkað burtur í einki, og tá ið turrveður er, hevur eitt nýtt fyribrigdi tikið seg upp – reyðalga, sum litar allan firðin reyðan.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag vil vera við, at fyri at náttúran í Føroyum skal fáa ta verju, sum hon hevur tørv á, mugu sterkir stovnar umboða náttúruna og umhvørvið, men hesir stovnar mangla. Einaferð var ein Agenda21 stova í Føroyum, sum var ein stovnur sum saman við kommununum skuldi skipa burðardygga menning kring landið, men hetta arbeiði varð niðurlagt í 2015.
- Fólk kring landið eru ørkymlað og rópa fyri deyvum oyrum, og hóast nógv politiskt tos hevur verið um tey 17 heimsmálini, burðardygga menning og annað grønt, so sæst einki til hetta, tá tað kemur til stykkis. Skil má koma í føroyska náttúruvernd, og hetta er bráðneyðugt!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald