Mentan

FMA: Her eru tey tilnevndu

Í dag varð avdúkað hvørji eru tilnevnd til virðislønirnar, sum verða avdúkaðar á FMA-kvøldinum í Norðurlandahúsinum 6. mars

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-13 16:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjakvøldið 6. mars verður Faroese Music Awards hildið í Norðurlandahúsinum. Hetta er kvøldið, tá Tónleikasamband Føroya letur heiðurslønir til føroyskar tónleikarar, ið verða mettir at hava klárað seg væl hetta seinasta árið.

Í dag varð avdúkað hvørji eru í uppskoti at vinna tær ymsu heiðurslønirnar.

Tey tilnevndu eru hesi:

Ársins útgáva
“Í Ævir” - Elinborg
“It's been a while” - Jazzygold
“Skull-Sized Kingdom” - Lyon Hansen 
“Sólskin” - Stanley Samuelsen
“Tá hvørt ljós líkist tær” - Benjamin Rajani 

Ársins ser-útgáva
"Live í Maggies '18" - Arnold Ludvig Quintet
"Movements 1" - Afenginn
"Seinasta Paradís á Jørð" - Hettarher
"Nordic Classical Guitar" - Ragnar Olsen
"Minnisgripir" - Kalas 

Ársins sangur
"Cake (Baddies Edition)" - Jazzygold, Marianna Winter, Tamara Mneney
"Kamarið" - Tøgn
"Patio" - Marianna Winter
"Blóð" - Elinborg 
"Tveitan" - Tunghoyrt

Ársins tónaskald
Hettarher fyri verkið "Seinasta Paradís á Jørð"
Elinborg Pálsdóttir fyri verkið "Í Ævir"
Jasmin Mote fyri verkini "It’s been a while", "Cake" og "Cake (Baddies Edition)"
Arnold Ludvig fyri verkið "Live í Maggies ‘18"
Lyon Hansen fyri verkið "Skull-Sized Kingdom" 

Ársins spíri
Hoym
Kalas
Tunghoyrt
Tøgn
Ronja

Ársins tónleikari
Vár Miðberg - Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Jólasoul, Tina Mellem, Femininomen, ÁSA, Gówa, Dania O. Tausen, Volapuck, Johanna, Ark Lovsang, Zahles husorkester, v.m.

Vinjar Egilsnes Petersen - Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: jazzygold, Jólasoul, Andervel, Elinborg, Sakaris, GØ, Ester Skala, Guðrið Hansdóttir, Døgg Nónsgjógv, Vinjar, v.m.

Heðin Ziska Davidsen - Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Tjant, FRUM, Elinborg, Afenginn, Klingra, Marius Ziska, Resterne af rigsfællesskabet, Kóboykex, Yggdrasil, v.m.

Eyðun Johannesen - Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Lenu Anderssen, Jól við Løkin, Í menniskjum góður tokki, Hallur Joensen, M.C. Restorff heiðurskonsert, Fríði Sigmundsson og
Ingmar, v.m.

Helge M. Greve - Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Tunghoyrt, Alto og vinnarin av Stella Polaris 2025.

Ársins tekstur
"Kærleikin" eftir Elinborg Pálsdóttir
"Summar nætur" eftir Lyon Hansen
"The Benefactor" eftir Jón Klæmint Hofgaard
"Eina aftrat" eftir Ásu Helenu Brynjarsdóttir
"Patio" eftir Marionnu W. Nagata

 Ársins myndlistarligi samleiki

Frum
Ester Skála
Tweed & Hyenas
jazzygold
Elinborg

Umframt hesar eru nakrar virðislønir, sum ikki hava tilnevningar. Tær eru:

Ársins átak
Ársins tónleikaheiður
Ársins útflutningsvirðisløn
Ársins jingla
Ársins áhoyraravirðisløn 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder