Í gjár komu samráðingarnar hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum byrjaðu mánadagin 30. apríl, endaliga undir land.
Í dag verður greitt, hvat stendur í samgonguskjalinum, sum flokkarnir hava arbeitt við - og eru so væl nøgdir við.
Sí eisini:
Bárður og Beinir: Breiða samgongan skal veruliga skipanir - og bøta um bústaðarstøðuna
Aksel V. Johannesen: - Væntaði ikki vit komu í samgongu - hava fingið nógvan javnaðarpolitikk í samgonguskjalið
Hetta á tíðindafundi, sum verður í løgtinginum klokkkan 11.
FM1 sendir beinleiðis frá hesum tíðindafundi, har vit eftir framløguna hjá nýggja løgmanninninum og hinum formonninum tosa við fleiri fólk í nýggja løgtinginum.
Lurta eftir FM1 her - ymiskt tilfar verður á FM1 og Portalinum um hetta gjøgnum dagin, og eftir klokkan 17 verður eisini ein eyka útgáva av Stjórnin - "politikkur á skák"
Í mun til landsstýrið, so verður tað ikki endaligt sett navn á fyrrenn mánadagin. Tó kunnu metingar á góðum grundarlagi gerast, og sjálvt málsøkjabýti verður sum skilst lagt fram í dag eisini.
Yvirlit: Hesi sjey aðalráðini vera í nýggju samgonguni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald