Innanlands

FM1: Sámal Petur í Grund og Ruth Vang vitja klokkan 15

Forfólkini í Framsókn og Sjálvstýri skulu kjakast seinnapartin - beint eftir at Ruth Vang hevur lagt valskrá floksins fram. Lurta á FM1, har vit taka Valpulsin

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-03-12 10:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 14 leggur Framsókn sína valskrá fram sum tann fjórði flokkurin í røðini.

Beint eftir hetta kemur Ruth Vang í rásarúmið hjá FM1, har forkvinnan í Framsókn hittir Sámal Petur í Grund, formann í Sjálvstýri.

Í "Valpulsinum" fara forfólkini at kjakast um ymiskt - millum annað búskapin.

Árni Gregersen verður vertur.

Lurta á FM1 - ella á vanligu frekvensunum. Seinni verður sendingin eisini tøk á fm1.fo og á Portalinum.

Tilfar frá tíðundafundinum hjá Framsókn verður eisini tøkt seinnapartin

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder