Ein Kalsoyartunnil? Ein nýggj ferja? Ella bæði?
Har eru fleiri hugsanir hjá kalsoyingum, sum hava rópa varskóg um millum annað ferjuleguna.
Bjørn Kalsø, fyrrverandi tinglimur og landsstýrismaður, hevur tosað og skrivað um málið alment nakrar ferðir, og í dag vitjar hann útvarpsstovuna hjá FM1.
Tað ger Ruth Vang eisini. Landsstýriskvinnan hevur ábyrgd av samferðslumálum, og vit fara at spyrja hana hvørjar ætlanir eru á økinum.
Ruth Vang hevur í vikuni eisini vitja í Tjørnuvík, har borgarar ynskja tunnil.
Sendingin byrjar umleið klokkan 15.10 - beint eftir tíðindini klokkan 15.
Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald