Flótandi boðskapur, einki kjøt á, og at góða undirtøkan hjá Fólkaflokkinum og formanninum er mangul uppá betri.
Teir vóru ikki bergtiknir av Beini Johannesen, fullmannaða Stjórnin - politikkur á skák á FM1 í gjár.
- Eg haldi tað var ein øgiliga ógreiður boðskapur. Og eg bleiv eitt sindur skuffaður av, at kanska tann komandi løgmaður ikki hevði eina nógv greiðari støðu til tey ymisku málini í samfelagnum, og ikki minst tann fíggjarliga partin, segði Heðin Zachariasen, sum er fyrrverandi tinglimur fyri Fólkaflokkurin.
Heldur ikki hinir báðir í panelinum, Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn. vóru heldur ikki serliga imponeraðir av fólkafloksformanninum.
- Valstríðið verður um einar 7-8 mánaðar skuldi man gitt, at formaðurin í Fólkaflokkinum, sum hevur ein øgiligan viðvind, fór at hava greiðar og klárar boðskapir uppá hvussu man sær Føroyar í framtíðini, og hvørji boð hann hevur, hvørja politiska kós man skal hava, segði Jóannes Eidesgaard.
- Hetta fær meg bara at staðfesta, at undirtøkan fyri Fólkaflokkinum og formanninum í flokkinum er eitt frával. Man velur okkurt annað frá, og so endar man har yviri heldur enn eitt tilval, legði fyrrverandi løgmaður fyri Javnaðarflokkin afturat.
Tórbjørn Jacobsen saknaði millum annað eina greiðari kós.
- Har er einki kjøt á beinagrindini yvirhøvur, og tað er tað, sum undrar meg. At man hevur ein landsfund eitt ár áðrenn val og ikki hevur eina klokkuklára kós, segði Tórbjørn Jacobsen.
Stjórnin - politikkur á skák verður sent á FM1 hvønn mikudag aftaná tíðindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald