Innanlands

Flogvøllurin í Kastrup stongdur

Flogfarið hjá Atlantic Airways kúvendi. Fer til Stavanger

(Skíggjamynd: Flightadar)

(Skíggjamynd: Flightadar)

2025-09-22 20:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eingi flogfør sleppa at lenda ella sleppa avstað frá flogvøllinum í Keypmannahavn.

Orsøkin er dronur flúgva í økinum, sigur løgreglan við Danmarks Radio. Løgreglan er væl mannað.

Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur, at óvist er hvørjar hvørjar dronur talan er um. Sambært Danmarks Radio eru nógvir sløkkiliðsbilar sendir frá sløkkiliðnum ú Tårnby.

Eitt flogfar hjá Atlantsflogi fór úr Føroyum beint eftir klokkan 19, og skuldi eftir ætlan lenda í Kastrup um ein hálvan tíma. Men á Flightradar sæst, at flogfarið fyri løtu síðan kúvendi og setti kós móti Stavanger.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder