Innanlands

Flogvøllurin í Kastrup latin upp aftur

Dronur í økinum vóru orsøkin til at flogvøllurin hevur verið stongdur í fleiri tímar

Nógv løgregla var til staðar í Kastrup fyrr í kvøld (Mynd: EPA)

Nógv løgregla var til staðar í Kastrup fyrr í kvøld (Mynd: EPA)

2025-09-22 23:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Flogvøllurin í Keypmannahavn læt upp klokkan hálvgum eitt lokala tíð. Hóast hetta verða seinkingar og avlýsingar næstu tímarnar.

Danski høvuðsstaðaflogvøllurin hevur mánakvøldið verið stongdur fyri allar komur og fráferðir. Orsøkin er at dronur hava verið at sæð í økinum, og tað hevði við sær, at flogvøllurin mátti steingjast fyri allari ferðslu.

Millum annað kvøldarflogfarið hjá Atlantic Airways úr Vágum til Keypmannahavnar mátti venda við orsakað av hesum. Flogfarið vendi við og lendi fyribils í Stavanger. 

Hetta órógvaði nógv flogfør, sum máttu lenda á øðrum flogvøllum. Eitt nú Aalborg, Billund og Göteborg.

Fyrr í kvøld var ein drona eisini at síggja við Oslo Lufthavn. Hetta órógvaði flogferðsluna har nakað eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder