Uttanlands

Flogprísirnir í Evropa fara flúgvandi upp

Prísirnir fyri fyrstu fullu vikuna í august eru millum teir hægstu nakrantíð, upplýsir Flyprisindex. Millum kosta flogferðir úr Billund í miðal yvir 63 prosent meira enn í 2024

2025-07-09 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki so lætt at finna bíligar flogferðir í Evropa fyri tíðina. Hetta sæst á ymiskum síðum.

Flyprisindex staðfestir eisini, at í mun til miðalprísir í 2024 er ein greiður vøkstur.

Felagið hevur millum annað hugt eftir fyrstu fullu vikuni í august. Talan er um viku 32, sum byrjar mánadagin 4. august.

Sambært danska TV2 er ein lítil vøkstur í ferðum frá onkrum týskum flogvallum, millum annað Hamborg.

Hetta sæst aftur í Evropa, og um man hyggur eftir teimum trimum stóru flogvallunum í Danmark - sum allir hava ferðir til Føroyar - so er munurin onkustaðni heilt stórur:

Í Aalborg er vøksturin 12 prosent, í Keypmannahavn er hann á 30 prosentum, og í ferðum frá Billund er munurin heili 63 prosent.

Hetta er alt samanborið við miðaltalið fyri prísir í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder