
Flogferðslan í Bretlandi gongur sum vanligt aftur eftir at øll ferðsla til og frá Heathrow floghavnini í dag mátti støðg eina løtu, upplýsa bretsku flogmyndugleikarnir.
Eisini floghavnin í Edinburg í Skotlandi vóru tøkniligir trupulleikar. Og í Gatwick og London City eru enn nakrar seinkingar.
Orsøkin til trupulleikarnir var av tekniskum slag í flogferðslueftirlitsstøðini. Hetta vørdi til, at øll flerðslan varð støðgað av trygdarávum.
Um hálvgun fimm tíðina varð broðað frá, at trupulleikarnir vóru loystir, at at flogferðslan aftur kundi ganga sum ætlað.
Trupulleikarnir í Bretlandi hava ikki ávirkað flúgvingina hjá Atlantsflogi. Ongin flúgving er hiðani til Edinburg ella London mikudagar.
Tvey flogfør, eitt lítið Learjet 35A og eitt Saab 2000 propellflogfar, skuldu tó úr Vágum til ávikavist Luton og Aberdeen seinnapartin – tey vóru bæði seinkað, framgongur á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald