Uttanlands

Flogfar dottið niður í íbúðarbygning í New Hampshire

Fríggjakvøldið datt eitt lítið flogfar niður í amerikanska statinum New Hampshire, og øll umborð lótu lív

(Mynd: NBC News)

(Mynd: NBC News)

2022-10-22 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið amerikanska tíð datt eitt lítið flogfar niður í ein íbúðarbygning nærindis ein flogvøll í býnum Keene í statinum New Hampshire.

Sambært amerikonskum miðlum, m.a. CNN, hava øll, ið vóru umborð á flogfarinum latið lív, men einki verður sagt um, hvussu nógv vóru umborð.

Eldur kom í bygningin, men eingin av búfólkunum fingu skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder