
Av teimum í alt 586 bønunum, sum vórðu fødd í Føroyum í 2024, viðgjørdi Familjufyrisitingin 322 faðirskapsmál.
Í 316 av málunum var faðiskapurin viðurkendur og skrásettur. Eitt mál var avvíst, tvey mál vóru send víðari til annan myndugleika, og í trimum málum var faðirskapurin ikki staðfestur. Eins og í 2023 vóru umleið 54 prosent av børnunum, sum vóru fødd í 2024, fødd uttan fyri hjúnaband.
Í tíðarskeiðinum 2014 til 2024 hava millum 48 og 60 prosent av nýføðingunum í Føroyum havt ógift foreldur. Tað var bara í 2018 at tær gifry mammurnar vóru í meiriluta. Í øllum hinum førunum vóru tær flestu ógiftar.
Hetta stendur at lesa í ársfrágreiðingini fyri 2024, sum Familjufyrisitingin júst hevur almannakunngjørt. Øll frágreiðingin sæst her.
Skylda at upplýsa hvør pápin er
Av teimum 302 fráboðanunum, sum Familjufyrisitingin fekk í 2024, um at barn var føtt av ógiftari mammu, stóðu 77 prosent av foreldrunum at vera samlivandi. Eru hesi foreldur skrásett samlivandi í landsfólkayvirlitinum, og hava tey verið skrásett samlivandi í 10 mánaðir áðrenn føðing, fáa tey sjálvvirkandi felags foreldramyndugleika eftir nýggju lógini.
Vil maðurin, ið mamman hevur fráboðað sum pápa at barninum, ikki viðurkenna faðirskapin, ella sýtir hann fyri at úttala seg, verður málið beint í rættin. Familjufyrisitingin beinir eisini mál um faðirskap í rættin, um talan er um fleiri møguligar pápar, um pápin er deyður, ella um tað tykist ivingarsamt, um tann, ið er fráboðaður sum pápi, og sum vil viðurkenna faðirskapin, í roynd og veru er pápi at barninum.
Tað er ein skylda hjá mammu at upplýsa, hvør er ella kann vera pápi barnið. Hetta fyri at tryggja rættin hjá barninum at kenna sín uppruna umframt rættindini hjá barninum mótvegis pápanum og skylduna hjá pápanum mótvegis barninum.
Vil ein ógift mamma ikki upplýsa (møguliga) pápan ella møguligar pápar, beinir Familjufyrisitingin málið víðari til løgregluna, sum kann áleggja mammuni bót. Vil mamman framvegis ikki upplýsa (møguligan) pápa ella møguligar pápar, lokar Familjufyrisitingin málið, og eingin pápi verður skrásettur.
Einar nýggjar sammøður í fjør
- januar 2022 fingu lógarbroytingar í lóg um rættarstøðu barnanna (lov om børns retsstilling) gildi. Lógarbroytingin hevði við sær, at kvinnuligi hjúnafelagi ella samlivi hjá føðandi kvinnu kann skrásetast sum sammóðir at barni teirra, um ávísar treytir eru loknar.
Verður kvinna skrásett sum sammóðir, átekur hon sær rættindi og skyldur sum foreldur.
Familjufyrisitingin viðgjørdi sjey mál um skráseting av sammóðurskapi í 2022. Flestu teirra vóru mál, sum snúðu seg um at skráseta sammóður at barni, ið ikki var nýføðingur. Samlaða talið av málum viðvíkjandi sammóðurskapi lækkaði nakað í 2023, tá ið Familjufyrisitingin viðgjørdi í alt fýra mál um sammóðurskap.
Og síðani lækkaði talið aftur í 2024, tá tvey mál um sammóðurskap vóru viðgjørd. Í einum føri var talan um váttan av sammóðurskapi, eftir at barn var føtt, meðan hitt málið var lagt til viks orsakað av vantandi viðvirkni frá umsøkjara.
Barnið hevur rætt til samveru
Búgva foreldur at einum barni ikki saman, hevur barnið rætt til samveru við tað av foreldrunum, sum barnið ikki býr hjá.
Høvuðsendamálið við at áseta samveru er, at barnið varðveitir samband við bæði foreldur. Í flestu førum avtala foreldur sínámillum, hvussu samvera verður skipað. Eru foreldur ósamd um, hvussu samvera skal skipast, kunnu tey venda sær til Familjufyrisitingina, sum veitir vegleiðing og ráðgeving og kann taka avgerð um samveru.
Í 2024 viðgjørdi Familjufyrisitingin í alt 91 mál um samveru. Í 42 av málunum samdust foreldur um eina samveruskipan.
Í 20 málum tók Familjufyrisitingin avgerð um samveru. Írestandi málini fevna um umsóknir, sum eru tiknar aftur, mál sum eru send víðari annan myndugleika, mál sum eru løgd til viks og um umsóknir, sum av ávísum orsøkum eru sýttar ella avvístar.
Yvirskipað sæst, at farnu árini eru foreldur í umleið 70-80 prosentum av samverumálunum vorðin samd um eina samveruskipan við hjálp frá Familjufyrisitingini, meðan Familjufyrisitingin tók avgerð í umleið 20-30 prosentum av málunum, stendur millum anna í ársfrágreiðingini hjá Familjufyrisitingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald