placeholder
Uttanlands

Fleiri túsind løgreglufólk leita framvegis eftir tiltiknum brotsmanni

Redoine Faid flýddi úr einum fongsli uttanfyri París sunnudagin við tyrlu

Redoine Faid (Mynd: EPA)

Redoine Faid (Mynd: EPA)

2018-07-03 16:26 Author image
Oda Strøm
placeholder

2900 løgreglufólk leita nú eftir einum tiltiknum brotsmanni í Fraklandi, Redoine Faid, sum sunnudagin flýddi úr einum fongsli 50 kilometrar uttanfyri París í tyrlu. 

Brotsmaðurin varð dømdur at sita í fongsul í 25 ár í 2010 fyri vápnað rán og dráp á ein politist, tá eitt rán endaði galið. 

Franska løgmálaráðið hevur váttað sambært TV2, at tríggir vápnaðir menn komu til fongslið og kravdu, at Faid varð leyslatin. Hetta var eftir øllum at døma bert fyri at villleiða, so ein tyrla fekk sett seg í fongsulsgarðinum ímeðan.

Vápnaðir menn frá tyrluni tóku síðani Faid úr einum vitjunarúmi og fingu hann umborð á tyrluna uppá nakrar minuttir uttan nakran mannskaða. Tyrlan varð seinni funnin uppkolað 60 kilometrar frá fongslinum. 

Tað er aðru ferð, at 46 ára gamli tjóvurin Faid megnar at flýggja úr einum fongsli, skrivar TV2. Í 2013 tók hann fýra fongsulsvaktir sum gíslar og sprongdi seg út úr fongslinum við dynamitt. Hann varð tó fangaður av løgregluni seks vikur seinni. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder