Í gjár kannaði løgreglan ferðsluna í norðurøkinum, og í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað.
Í Bøgøtu í Klaksvík vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ímóti ferðsluni á einsrættaum vegi. Tað fáa teir klipp í koyrikortið fyri.
Eisini varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, og í Eysturoynni varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kampingvogni, uttan at hann hevði rætta koyrikortið.
Tá bilur og viðfestisvognur viga yvir 3.500 kilo, er neyðugt við sonevndum B/E-koyrikorti, og tað var tað ein bilførari, sum ikki hevði, tá hann varð steðgaður í gjár, og fær hann í øllum førum eina bót, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald