Innanlands

Fleiri tiknir fyri at koyra ávirkaðir

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið tveir persónar fyri rúsdrekkakoyring, meðan ein varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-31 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið fleiri persónar, sum hava koyrt ávirkaðir.

Seint fyrrapartin í gjár hevði løgreglan eitt málrættað átak í Runavík, har 43 bilar vórðu steðgaðir, og har varð ein persónur tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Blóðroynd varð tikin av honum, og bíðað verður eftir úrslitinum.

Á middegi í gjár varð ein bilførari eisini tikin á Oyggjarvegnum fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Tá løgreglan kannaði bilin varð 3,7 gram av hashi funnið umframt útgerð at roykja hash við.

Klokkan hálvgum trý í nátt varð ein persónur á prutli eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í Klaksvík. Eisini koyrdi hann uttan nummarplátu.

Viðkomandi varð handtikin, blóðroynd varð tikin av honum, og løgreglan tók lykilin til prutlið við á støðina.

Um klokkan trý seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini fráboðan um eina stolna nummarplátu, og ein stolnan bil í Havn. Bilurin varð funnin aftur í Vágum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki veit meira at siga um málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder