2025-11-23 09:51
Í gjárkvøldið ávaraði løgreglan um, at tað var hált um alt landið, og varð heitt á fólk um at vera varin í ferðsluni.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at tað hava verið onkur smá hálkuóhapp í hesum sambandi men ikki nakað álvarsligt.
Í nátt varð eisini eitt ferðsluóhapp í miðstaðarøkinum, har tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Talan var tó ikki um nakað álvarsligt.
Bilførarin varð handtikin, skuldsettur, og blóðroynd varð tikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald