
Í minsta lagi átta palestinar - harav seks børn - vórðu dripnir í einum ísraelskum rakettálopi, tá teir fóru eftir vatni í Nuseirat-leguni í Gaza sunnudagin, upplýsa lokalir myndugleikar.
Tað er stórt vatntrot í Gaza, og fólk eru bundin at vatveitingarstøðum, har tey kunnu fáa vatn í plastíløt.
Ísraelski herurin hevur viðmerkt álopið og sigur, at talan var um eitt "tekniskt brek", sum var orsøkin til, at ein rakett ikki rakti ætlaða málið - eitt fólk hjá Islamiskum Jihad.
– IDF (ísraelski herurin, red.) harmast um einhvønn skaða á ósek sivilfólk, sigur herurin í fráboðan.
Ísraelski herurin leggur afturat, at hendingin verður kannað.
Umframt tey átta fólkini, sum lótu lív, vórðu 17 fólk eisini særd í álopinum, skrivar m.a. Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald