Innanlands

Fleiri ólóglig prutl tikin

Tað eina prutlið kundi koyra við eini ferð á 82,4 kilometrar um tíman – eigur ikki at kunna koyra meira enn 30 km/t

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-13 08:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan legði í gjár fyribils hald á fýra prutl, sum vórðu tikin inn á støðina til kanningar við illgruna fyri at kunna koyra ov skjótt.

Talan var í øllum førum um sokallað smærri prutl, hvørs hægst loyvda ferð er 30 kilometrar um tíman.

Eitt av prutlunum, sum varð tikið í býlinginum Norðrasta Horni vísti seg at kunna koyra við eini ferð á heili 82,4 kilometrar um tíman. 16 ára gamli førarin fær treyta frádøming av prutlkoyrikortinum umframt eina bót.

Trý prutl afturat vórðu tikin – hesaferð í parkeringskjallaranum í SMS. Hesi vórðu eisini øll gjørd til at kunna koyra skjótari enn hægst loyvdu ferðina, men tó ikki so nógv sum tann fyrra.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder