Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið fimm nýggjar bøkur út til børn og ung í ársins sjeynda og seinasta bókaumfari. Tríggjar av teimum eru upprunaføroyskar, og tann eina er eitt savn við norðurlendskum stuttsøgum.
![]()
Snjómánafólkið 1 - Rúnaspá
Í einari hvørvisjón sær 14 ára gamla Saga eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men hon veit, at tær eru bundnar av blóði. Thyra Silfralitta doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið. Karis rúnalesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga
er.
Saga litar silvurlitta hárið, fjalir arrið í pannuni og ferðast einsamøll avstað saman við úlvinum Skinnhvíta. Hon ætlar sær í læru sum skjaldmoyggj hjá tí máttmiklu vølvuni í Vesturlandinum, eins og Thyra. Hon má læra at brúka vápn, og hon má vera til reiðar at gera alt, sum skal til.
Hetta er fyrsta bók í tríverkinum Snjómánafólkið. Ingun Christensen hevur skrivað.
Bókin er heft, 206 síður og til ung.
![]()
Djarva Sára Skinfluga
Sára Skinfluga er boðin í veitslu í rabarbugarðinum, og hon vil so fegin síggja allar vinirnar. Tað er bara ein trupulleiki: Regnið oysir niður, og Sára Skinfluga ræðist
regn.
Knappliga hoyrir hon onkran rópa um hjálp. Áh nei, vinirnir hava brúk fyri henni! Hvat skal hon gera?
Mourits Mohr Joensen skrivaði, og Jórunn Davidsen myndprýddi. Bókin er innbundin, 32 síður og til børn uml. 2-7 ár.
Lita við djørvu Sáru Skinflugu
Í hesi vøkru litibókini hitta vit allar vinirnar úr stuttligu bókini Djarva Sára Skinfluga, sum Mourits Mohr Joensen hevur skrivað.
Jórunn Davidsen hevur gjørt myndirnar í bókini og í litibókini.
![]()
Okkara loyniliga stað
Stuttsøgur úr Norðurlondum. Hetta er eitt savn av bókstavum, orðum og søgum. Tú kanst vera partur av søgunum. Les tær. Saman við vinum ella onkrastaðni, har tú kanst vera í friði.
Skrivað hava: Lydia Didriksen, Hanna Højgaard, Siri Kolu, Zakiya Ajmi, Malin Eriksson Sjogard, Liv Tone Boine, Espen Eira, Loa Hlin Hjalmstysdottir, Annelie Adamsdotter, Maria Turtschaninoff og Birgitte Klahn.
Tvær søgur eru upprunaføroyskar, og Tóri Rasmussen og Beinir Bergsson hava týtt hinar til føroyskt.
Bókin er innbundin, 156 síður og til børn uml. 10-12 ár.
![]()
Brúsajøkul
Brúsajøkul er sonur gívrina í Skælingsfjalli, ta tiltiknu Heimrustina, og tann líka so tiltikna mykinesrisan Óla Rama.
Brúsajøkul og Oxakolla, sum er kettan hjá honum við seks beinum, fylgir Brúsajøkli trúliga, hvar so hann fer. Um tað so er at fara eftir mjólk fyri ommuna í Kirkjubøreyni ella at arga grýlurnar í Stiðjafjalli – ella renna undan teimum. Og Brúsajøkul fer víða um landið. Á ferðunum møtir hann nútíðini, og úr hesum kemur nógv skemtiligt burturúr.
Søgurnar um Brúsajøkul eru upprunaliga prentaðar í Míni jólabók; fyrstu ferð í 1957. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, og Edward Fuglø hevur myndprýtt. Bókin er innbundin, 92 síður og til børn uml. 7-9 ár.
![]()
Songartíð hjá smábjørnum
Lyft mjúku dýnurnar í hesi fittu bókini og finn skálkakátu bjarnarungarnar, sum ikki ætla sær í song enn …
Sam Taplin hevur skrivað, og Róisín Hahessey myndprýddi.
Bókin er pappbók, 10 síður til børn uml. 0-2 ár. Markus Hammer týddi úr enskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald