Í morgin, 1. november, er allahalgannadagur, sum eisini verður hildin sum minningardagur teirra sjólátnu.
Almenna minningarhaldið við luttøku av Føroya løgmanni verður á Vinnuháskúlanum klokkan 14, har Uni Næs, dómpróstur, hevur andakt, áðrenn farið verður í viðarlundina at leggja krans.
Les: Løgmaður heldur røðu og leggur krans allahalgannadag í Havn
Fleiri onnur minningarhald verða:
Í Havnar kirkju verður gudstænasta klokkan 20 við Havstein Klein, presti, og kórið XPeriment syngur.
Í Klaksvík verður gudstænasta í Christianskirkjuni kl. 20 við Marjun Lómaklett.
Í Hósvík verður minningarhald í kirkjuni kl. 15.30 við Jákup E. Petersen, presti.
Á Eiði verður minningarhald í kirkjuni kl. 15.30 við Jonhard Jógvanssyni, presti
Í Vági verður minningarhald í kirkjuni kl. 15 við Patrick C. de Neergaard, presti.
Í Vestmanna verður minnihgarhald í kirkjuni kl. 15 við Lis Samuelsen, presti. Vestmanna sangkór syngur og sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn.
Í Haldórsvík verður minnihgarhald í kirkjuni kl. 14 við Jákup E. Petersen, presti
Í Miðvági verður minningarhald við minnisvarðan kl. 14 við Marjun í Kálvalíð, presti. Aftaná er drekkamunnur í Bygdahúsinum.
Á Tvøroyri er minningarhald í kirkjuni kl. 13.30. Eftir løtuna í kirkjuni verður farið út á minnisvarðan á Torvheyggi har kransar verða lagdir. Eftir hetta er drekkamunnur at fáa í missiónshúsinum á Tvørábakka.
Við Gjógv verður minningarhald í kirkjuni kl. 13 við Nonhard Jógvanssyni.
Á Strondum verður minningarhald kl. 14 við minnisvarðan á Strondum. Pól Johannesen, trúboðari, talar. Aftaná eru øll boðin til ein drekkamunn í bygdahúsinum. Viðrar ikki, verður minningarhaldið í bygdahúsinum.
Á Toftum verður minningarhald í Fríðrikskirkjuni kl. 15. Ovi Brim, próstur talar og Petur Hans Hansen syngur við fylgispæli av Andreu á Regni Højgaard. Síðan verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir Aftaná verður bjóðað til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald