Innanlands

Fleiri koyrdu ov skjótt í gjár

Tað bleiv til fýra klipp og tvær bøtur, tá løgreglan gjørdi ferðmátingar í Kollafirði og á Fuglafjarðarvegnum fríggjadag fyrrapart

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-09 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár vórðu seks bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, og í fýra førum bleiv tað til klipp í koyrikortið.

Millum klokkan 6.20 og 7.10 var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Kollafirði, og har blivu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. Ein fekk klipp fyri at koyra 78 km/t, og tveir fingu bót fyri at koyra avikavist 72 og 73 km/t.

Frá klokkan 10 til 12 gjørdi løgreglan ferðmátingar á Fuglafjarðarvegnum, og har vórðu eisini trý mál skrivað.

Ein bilførari fekk klipp fyri at koyra 106 km/t, og tveir fyri at koyra 107.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder