Tann størsta First Lego League kappingin, sum hevur verið í Føroyum, varð hildin á Skúlanum á Fløtum leygardagin 8. november.
Terra Dreams úr Skúlanum við Løkin blivu føroyameistarar og Víkingar úr Eysturskúlanum vunnu silvur. Hesi bæði liðini fara víðari til norðurlendsku finaluna í Odense tann 29. november.
Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, setti dagin, meðan næstan 40 lið við fleiri hundrað litføgrum børnum og ungum úr øllum Føroyum spent bíðaðu eftir at vísa fram síni avrik.
Evnið í ár er Unearthed, sum snýr seg um fornfrøði, bæði nú og í framtíðini. Hvat finna vit í jørðini um farnar tíðir, og hvørji tól og tøkni fara framtíðar ættarlið at brúka fyri at skilja, hvussu vit livdu í 2025? Liðini hava brúkt seinastu 8 vikurnar til at byggja og programmera robottar, sum megna at loysa uppgávur á legobananum, menna innovativ hugskot um ársins tema og marknaðarføra hugskotini millum annað á bási. Samstundis hava tey arbeitt við teimum seks kjarnuvirðunum hjá FIRST LEGO League: uppdaging, innovatión, ávirkan, inklusión, teamwork og stuttleika.
Hálvthundrað dómarar úr privatum feløgum og almennum stovnum vóru við til at meta um avrikini hjá liðunum og handa 18 steyp innan robottkoyring, verkætlan, tøkni, marknaðarføring og kjarnuvirðir fyri at finna føroyameistaran og silvurvinnaran. Vinnarar gjørdust Terra Dreams úr Skúlanum við Løkin og Víkingar úr Eysturskúlanum, sum fara víðari til norðurlendsku finaluna í Odense tann 29. november.
Av øllum kappingunum, sum vóru hildnar leygardagin 8. november í Føroyum, Danmark, Íslandi, Noreg og Svøríki, var tann føroyska kappingin ein av teim allarstørstu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald