Innanlands

Fleiri fráboðanir um smærri stormskaðar

Í gjár og í nátt hevur løgreglan fingið einar 15 fráboðanir um stormskaðar, men talan hevur ikki verið um nakað álvarsamt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-26 08:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fitt av vindi hevur verið um vikuskiftið, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini fingið fleiri fráboðanir um stormskaðar.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at tey hava fingið uml. 15 fráboðanir í gjár og í nátt.

Talan hevur tó ikki verið um nakað álvarsamt. Í flestu førum hevur verið talan um leyst tilfar, sum er farið í vindinum, men ein fráboðan kom eisini um ein rút, sum var sogin út.

Fráboðanirnar eru komnar úr øllum landinum, m.a. úr Norðdepli, Fuglafirði, Klaksvík, Vatnsoyrum og Streymnesi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder