Innanlands

Fleiri enn 400 nýggjar búeindir á veg við Stórutjørn

Eftir ætlan var talan um tilsamans 218 bústaðareindir, men við atliti til hugsjónina um skynsama lendisnýtslu og stóra bústaðartørvin, er ein tillaging gjørd, so økið nú fer at rúma yvir 400 eindum, skrivar Tórshavnar kommuna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-10-25 19:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggja skipanaruppskotið hjá Tórshavnar kommunu av býlingum við Stórutjørn leggur upp til eitt fjølbroytt bústaðarmynstur við randarhúsum, íbúðum, sethúsum og sum nakað nýtt eisini samanbygdum krosshúsum.

Tilsamans verður talan um 410-420 nýggjar bústaðir, har ein partur fer at minna um byggiháttin í Tórsbyrgi í eysturbýnum.

Heildarætlanin fyri Stórutjørn frá september 2023 legði upp til, at hesin nýggi býarparturin í Norðara hoyvíkshaga verður býttur upp í fleiri smærri býlingar, sum skuldu mennast í byggistigum.

Eftir at heildarætlanin varð samtykt, varð sjøtil settur á at fyrireika byggibúningina av teimum økjunum, sum í heildarætlanini eita Býlingur 1 og 4, og sum, sambært ætlanini, skuldu rúma tilsamans 218 bústaðareindum.

Við atliti til hugsjónina um skynsama lendisnýtslu og stóra bústaðartørvin varð tó mett, at økið kundi rúma fleiri bústøðum, og í fyrireikingartilgongdini gjørdi tekniska fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu tískil eina tillaging av býlingi 1 og 4. Nýggja skipanaruppskotið rúmar millum 410-og 420 bústaðareindum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Umframt at fáa fleiri bústaðareindir, gevur nýggja skipanaruppskotið eisini fjølbroyttari bústaðarmøguleikar og leggur samstundis dent á at varðveita órørdu náttúrueyðkennini í lendinum sum ein part av býarskipanini. Hetta eru millum annað ymsar smærri tjarnir og vátlendisskipanir í økinum.

LBF er prosjekterandi ráðgevin í byggibúningini av Býlingi 1 og 4, og P/F Articon er arbeiðstakari á staðnum.

Í býlingunum 1 og 4 vera eftir ætlan randarhús, íbúðir í raðhúsum, sethús við 300 m2 grundstykki, lestraríbúðir og smærri íbúðir til støk og eldri. Umframt hetta verður ein partur av nýggju bústøðunum við Stórutjørn eftir ætlan skipaður sum byggifelagsskapir við 4-8 samanbygdum bústaðareindum, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder