
Kunningarstovur og fyriskiparar hava tikið What's On tænastuna hjá Visit Faroe Islands til sín.
Og nú ferðavinnuháarstíðin er við at byrja er tað greitt at nógv er at fara til. Og tað at tú kanst leita og sláa upp – alt eftir nær tað er og í hvørjum øki tað er – ger whatson.fo til ein miðdepil fyri mentanarlív og tiltøk.
Tað er ein hálvt ár síðan, at tænastan fekk eina størri dagføring, sum ger hana munandi lættari hjá fyriskiparum at arbeiða við. Og hetta sæst væl aftur á talinum av tiltøkum.
Fleiri enn 1000 tiltøk eru higartil skrásett á What's On hjá Visit Faroe Islands.
What's On sæst eisini á Portalinum. Tað finst í ovastu valmyndini umframt at eitt tyssi av tiltøkum altíð er at finna í tíðindastreyminum á forsíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald