Innanlands

Fleiri brot á ferðslulógina í gjár

Tá løgreglan kannaði ferðsluna í gjár vórðu seks mál skrivað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-12 08:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna kring landið, og í hesum sambandi vórðu seks bilførarar tiknir fyri ymisk lógarbrot.

Tá løgreglan kannaði ferðsluna í Klaksvík fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið. Ein fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi, og ein fyri at koyra við barni, sum ikki var rætt íbundið.

Eisini var løgreglan í Eysturoynni og kannaði ferðsluna, og har vórðu tríggir bilførarar, sum koyrdu ov skjótt í bygdum øki. Ein koyrdi 74 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 50, og tað gevur eitt klipp. Hinir báðir koyrdu ávikavist 85 og 95 kilometrar um tíman. Teir høvdu havt koyrikortið í styttri enn trý ár og fingu tí koyriforboð.

Sætti bilførarin varð tikin í Suðuroynni. Hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder