
Nakrar bøtur vórðu skrivaðar í ferðsluni í gjár.
Ferðsluløgreglan gjørdi kanningar í Klaksvík í tveir tímar fyrrapartin frá klokkan 9.20 til 11.20. Her vórðu 13 bøtur skrivaðar. Seks fyri at koyra uttan trygdarbelti, tvær fyri at koyra við slitnum dekkum, ein fyri at koyra við dekkum, ið ikki eru eins, ein fyri lyktafeil og tríggjar fyri at koyra uttan koyrikort.
Ferðmátingar vórðu eisini gjørdar í Norðoyatunnlinum. Her vórðu seks bøtur skrivaðar til bilar, sum koyrdu úr 96 til 102 kilometrar um tíman.
Tvey klipp vórðu givin, eitt til persónbil, sum koyrdi 93 km/t í bygdum øki og ein til lastbil, sum koyrdi 107 kilometrar um tíman.
Loksins fekk ein bilførari treyta frádøming av koyrikortinum við at koyra 100 kilometrar um tíman í vørubili við viðfestivogni.
Løgreglan í Suðuroy gjørdi eisini kanningar í ferðsluni í gjár. Tvær bøtur vóru givnar til bilførarar, sum koyrdu við børnum, sum ikki vóru rætt íbundin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald