Innanlands

Fleiri avlýsingar hjá Strandferðsluni fyrrapartin

Fleiri bussleiðir hjá Bygdaleiðum koyra ikki fyrrapartin, og Smyril hevur eisini avlýst fleiri túrar – Um viðrar verður siglt á Nólsoyarleiðini seinnapartin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-05 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði Strandferðslan frá fleiri avlýsingum hjá Bygdaleiðunum og oyggjaleiðunum, og í dag er samferðslan aftur nógv ávirkað av illveðrinum.

Fyrrapartin verður eingin koyring á leiðunum 100, 101 og 300, og leiðirnar 400, 410, 450, 500, 504, og 506 koyra ikki í dag.

Fyrstu túrarnir hjá Smyrli í dag eru eisini avlýstir. Talan er um túrin klokkan 8.30 av Tvøroyri og klokkan 11 úr Havn.

Seinastu túrarnir á Nólsoyarleiðini vórðu eisini avlýstir í gjárkvøldið, men um viðrar verða túrarnir klokkan 16.20 og klokkan 19 úr Havn og klokkan 16.50 og 19.25 úr Nólsoy sigldir, skrivar Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder