Innanlands

Fjórði hvør ynskir at farið verður undir Suðuroyartunnilin sum skjótast

Í mun til kanning fyri góðum mánaði síðani, eru tað nú fleiri, ið ynska at farið verður undir at bora beinanvegin, meðan eitt vet færri eru, sum ikki vilja hava, at farið verður undir tunnilin til Suðuroyar

(Savnsmynd: Articon)

(Savnsmynd: Articon)

2025-12-23 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

26 prosent av føroysku veljarunum halda, at farast skal undir at bora tunnil til Suðuroyar sum skjótast. Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Samstundis sigur kanningin, at 23 prosent av teimum spurdu halda, at tunnilin als ikki skal gerast.

Ein helmingur heldur, at bíðast skal vera við at fara undir at bora tunnil til Suðuroyar til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru sjálvberandi.

So seint sum 3 november fingu veljararnir eisini spurningin í sambandi við kanning, sum Portalurin gjárdi.

Tá vóru tað 19 prosent, sum mæltu til at fara undir tunnilin beinanvegin, meðan 25 prosent hildu, at tunnilin ikki skal gerast.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder